Lýðræði með raðvali og sjóðvali á færeysku
Þórshöfn 2010
Epub
ISBN 978-9935-9079-1-2 Reykjavík 2012
Kindle
ISBN 978-9935-457-14-1 Reykjavík 2013
Raðval loysir aldagamalt formallogiskt vandamál í sambandi við atkvøðugreiðslu og val millum fleiri enn tveir valkostir. Loysnin lýkur krav Colemans til eina politiska avgerðartilgongd, nevniliga at hon skal vera eins smidlig og peningakervið (stjórnmálafrøði, búskaparfrøði). Tvørsøgn Arrows um bólkavgerðir verður lýst (búskaparfrøði). Víst verður á, hvussu stórmál kunnu loysast við grunnvali, eittnú tá ið fíggjarætlan og íløguætlan skulu leggjast, byggisamtyktir fyri bygdir og býir skulu gerast og ásetingar um gagnnýtslu av tilfeingi (búskaparfrøði, fyrisitingarlæra, umhvørvisvísindi, tilfeingisbúskapur). Raðval og grunnval verða viðgjørd úr tí felagsfrøðiliga sjónarhorni, at samfelag ella felagsskapur verða til, tá ið atgerðir verða framdar í felag, og í mun til mannfrøðiligt ástøði um, hvussu samfeløg verða hildin gangandi, og hvussu tey endurnýggjast.